Leygardagin 18. februar skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri árliga tunnusláttrinum á sjónum.
Tiltakið er alment, og øll, sum eiga eina vátdrakt, turrdrakt ella kanska eina gamla yvirlivilsisdrakt, kunnu luttaka (best er eisini at hava fitjur/svimjiføtur). Fitt av fólki plagar at leita sær oman í Vágsbotn at hyggja, og fáa sær bollar og kakao.
Kl. 14.00 verður lopið á sjógv í Vágsbotni, har sum Norðlýsið liggur.
Tá síðsta træsprekið er fingið niður, verður kongafiskurin (kattakongurin) blakaður uppá turt, og síðani verða øll boðin til bollar og kakao.
Øll eru vælkomin. Stuttligt hevði verðið um fólk vóru grýluklødd.
Official Website: http://torsportal.fo/index.php?id=11&tx_ttnews[tt_news]=954
Added by janegil on February 13, 2012