Los Angeles-based artist Sean Duffy's work is considered to be fascinated with the phenomenon of repetition, the cyclical reoccurrence of movements in popular culture as well as in art and such connected strategies as recycling and sampling.
Added by Upcoming Robot on February 27, 2009
janegil
Hetta er fyrsta “talkshowið” av sínum slagi í Føroyum. Tað er bygt upp eftir sama leisti, sum vit kenna tað frá øðrum sjónvarpsrásum. Ein fastur vertur, sum fær vitjan av trimum áhugaverdum og væluppløgdum gestum. Vertur í “Leivssjóð” er Leivur Hansen, og felags fyri gestirnar er, at teir allir hava gjørt vart við seg á ein ella annan hátt. Umframt at prátað verður við teir um hetta, verður eisini farið eitt lítið sindur inn undir húðina á teimum. Tónleikur eigur eisini innvist í sendingini, og hesum syrgir eitt vælljómandi húsaorkestur fyri saman við einum aktuellum solisti. Gestir í fyrstu sendingini eru Bernharður Wilkinson, dirigentur, Rógvi Jacobsen, landsliðsleikari, og Brynhild Thomsen, tíðindaleiðari. Solistur er Búi Dam. Húsaorkestrið manna Edvard Nyholm Debes, Brandur Jacobsen og Finnur Hansen.
http://www.svf.fo/skrain.asp?Date=07-10-2007&add=7