Bryggjubakka
Tórshavn, Torshavn 100

Matinein er ein av konsertunum í Summartónum 2010.
Serkent við konsertunum í summartónum er, at
framført verður nútíðar tónleikur ­ har eisini
okkara egnu tónakskøld luttaka við teirra verkum.
Tað er danskt-norski tónleikabólkur Saum, sum hevur
støði í Telemarken, sum fer at framføra. Sangarinnan
Ingeborg Fangel Mo stovnaði í 2005 Saum og síðan
hevur bólkurin havt nógvar konsertir, har tey spæla
tónleik, sum liggur á markinum millum nakað vælkent
og nakað, sum er heilt nýtt og ókent. Í bólkinum
eru Jorunn Abrahamsen, floyta. Ingeborg Fangel Mo, sang og
Thomas Winthereik, gittar. Á skránni er tónleikur av
millum annað av føroysku tónasmiðunum Trónda
Bogasyni, Paula Hansen og Agnar Lamhauge.

Added by janegil on June 25, 2010

Interested 1