Havnar Sjónleikarfelag fer saman við Tjóðpalli Føroya at seta upp leikverkið Postkort úr Havn í sambandi við, at Havnin er 100 ár sum fólkavald kommuna.
Fyrsta sýningin verður í Sjónleikarhúsinum 28. juli 2009 kl 20:00.
Leikverkið snýr seg um hendingar í Havnini frá 1980’unum og fram til dagin í dag. Vit halda fram, har leikverkið Havnarmyndir slepti. Tiltakið viðger minnisverdar hendingar í hesum tíðarskeiði, er kryddað við sangi og tónleiki og ber brá av kabarett.
Mina Reinert skrivar – saman við leikarum og leikstjórum – leikritið, og eru tað Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, ið leikstjórna.
Official Website: http://www.hsjonleik.fo
Added by janegil on July 22, 2009