Hon verður aftur í ár!
Tann djarva Ólavsøkukabarettin, sum ár undan ári hevur blottað føroyska samfelagið við sínum speisku og naknu sannleikum, verður aftur í ár sýnd í Sjónleikarhúsinum á Ólavsøku – tó, í einum heilt øðrum hami, enn vit áður hava sæð.
Sjónleikarhúsið hevur í ár latið pallin til sjey ungar kvinnur. So, fyri at gleða tey mongu fólkini uttanfyri miðstaðarøkið, ið spent sita og bíða eftir avgerðini um holini bæði, kann Ólavsøkukabarettin í ár tryggja teimum heili sjey hol. Hesar sjey kvinnur hava funnið reyðu sokkarnar fram, flent eitt sindur at teimum, men dyrkað teir og fara tær á Ólavsøku at lufta teimum á pallinum. Men afturat reyðu sokkunum sleppur bringuskegg og yvirskegg eisini framat saman við øllum teimum hugvekjandi tilburðunum, ið føroyska fólkið hevur verið fyri seinasta árið.
Vælkomin til kabarét har kvinnan talar fyri seg!
18.00 & 20.00
Forsølan byrjar í Sjónleikarhúsinum týsdagin 22. juli kl. 17-19
Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2008/7hol/
Added by janegil on June 26, 2008