Í løtuni riggar SvF til “Sjónprát” (Talk-show) í Sjónleikarhúsinum.
Hetta verður studiosending við luttøku av trimum gestum og einum verti.
Sendingin hevur fokus bæði í menniskjanum og evninum, og harvið fáa vit eisini eina indentifikasjón. Verturin spyr fyri hyggjararnar, og sendingin er bæði kunnandi og undirhaldandi.
Endamál: Undir løttum, heimligum og hugnaligum umstøðum at viðgera ymisk persónlig viðurskifti hjá luttakarunum, ið so ella so fascinera hyggjararnar og geva teimum okkurt at hugsa og tosa um og/ella at flenna at.
Málbólkur: Málbólkurin er 25 ár og uppeftir.
Sjangra: “Sjónprát” er ein journalistisk undirhaldssending, tikin upp “live-on-tape”, við 40-50 áhoyrarum.
Innihald: Í hvørjari sending hitta vit tríggjar kendar ella minni kendar persónar, ið ein og ein koma inn í sjónvarpsstovuna at tosa um okkurt áhugavert/forkunnugt/stuttligt, sum hendir í lívi teirra nú ella í næstum ella sum longu er hent. Hvør samrøða er uml. 12-14 min. Gestirnir kunnu eisini gera stuttar viðmerkingar til hvønnannan, har hetta fellur natúrliga inn í prátið.
Longd: 40-45 minuttir.
Geografisk spjaðing: Miðað verður eftir at fáa luttakarar til sendingarnar úr øllum landinum.
Framleiðsla: Talan er (í fyrsta umfari) um eina sendirøð á 4 sendingar. Sendingarnar koma á skíggjan í oktober 2007.
Senditíð: Sunnukvøld kl.20.
Tit, sum hava hug at koma í Sjónleikarhúsið áðurnevndu dagar at verða áskoðari til sendingarnar, vinaliga boðið frá á oddva@email.fo í seinasta lagi mánadagin 3. september. Tit eru vælkomin at bjóða gesti við tykkum. Uml. 50 fólk til hvørt kvøld.
Møtt verður í Sjónleikarhúsinum hálvan tíma, áðrenn upptøkurnar byrja.
Added by janegil on August 30, 2007
janegil
Gestir í kvøld eru Christina Elisabeth Mørkøre, sangleikari, Heri Joensen, prestur og Erika Hayfield, samskiftisráðgevi og granskari. Gestasolistur er Uni Reinert Debes.
http://www.svf.fo/skrain.asp?Date=21-10-2007&add=0