Hava útbúgving og kyn ávirkan á figgjarligu íløgur okkara? Hvør dugir betur at spara upp til pensjón – menn ella kvinnur? Hvørjar útbúgvingar eru ein góð íløga? Og hvussu ávirkar útbúgvingin okkara fíggjarligu íløgur?
Mikukvøldið kl. 19 verður almennur fyrilestur í Miðlahúsinum. Juanna Juanna S. Joensen , Ph.D. í búskaparfrøði, fer í almennum fyrilestri at greiða frá um íløgumentan. Fyrilesturin hevur heitið Íløgumenten – velja búskaparfrøðingar og konufólk øðrvísi? Tað er Virðisbrævamarknaður Føroya, VMF, ið skipar fyri tiltakinum.
Fyrilesturin er ætlaður øllum áhugaðum. Evnini fevna víða, og tað ber til hjá øllum at fylgja við, og høvi verður so avgjørt eisini at seta spurningar. Evnini, ið verða umrødd, verða dúgliga viðgjørd í miðlum í londunum kring okkum, og økti áhugin fyri partabrøvum í Føroyum hevur eisini elvt til nógv kjak um hesi evni. Ikki minst pensjónsuppsparing er vorðið til kjak evni millum manna. Mikukvøldið verður møguligt at fáa eitt væl skikkað íkast til kjakið og kanska koma tættari at nøkrum áhugaverdum sannroyndum.
Juanna Schrøter Joensen er fyrsti føroyingur við Ph.D. í búskaparfrøði, og hon hevur í gransking sínari millum annað fingist við at greina, hvørja ávirkan kyn og útbúgving hava á fíggjarligar íløgur. Fríggjadagin vardi hon Ph.D. ritgerð sína við heitinum Determinants and Consequenses of Human Capital Investments á Århus Universitet. Serliga hava kanningarnar hjá Juannu um, hvørt lestrararbeiði hevur jaliga ávirkan á lestrartíðina fingið nógvu umrøðuni í donskum miðlum. Juanna Schrøter Joensen fer í komandi ári til Stokkhólm at arbeiða á lærda háskúlanum har.
Tiltakið er ókeypis, og tað er ætlað øllum áhugaðum. Eingin tilmelding er neyðug.
Official Website: http://www.landsbankin.fo/Default.asp?sida=2713&tidindiiD=391
Added by janegil on November 20, 2007