undir Pisuvarða 2
Tórshavn, Torshavn 100

Í sambandi við at sjónleikaviðurkenningin “Herðaklappið” verður latin, verður lítil samkoma, har nevnd, starvsfólk, limir og tíðindatænastan verða boðin at vera til staðar, tá avdúkað verður, hvør fær viðurkenningina og hon verður handað.

Added by janegil on March 11, 2008

Comments

janegil

Update: This year's award to Eyð Matras for Sjóvevur - Kós móti Amerika

janegil

Nevndin, ið velur sjónleikarvirðislønina hjá MáF og Tjóðpalli Føroya, sigur víðari soleiðis í grundgevingunum fyri at geva Eyð Matras heiðurin:

Samstundis sum tú sum áskoðari verður hugtikin av djørvu Ainu Cederblom, so verður tú bergtikin av Eyð Matras. Hon er meistarlig, ikki bara sum Aina Cederblom, men eisini sum sjómaður, norðmaður, konan á telefonstøðini í Norðdepli og sum fiskimaður og skipari á Stellu Mariu. Uttan íhald megnaði hon at tala við ymiskum fremmandum tungum, á ymiskum bygdarmáli og at syngja á grønlendskum. Aina Cederblom gjørdist nærverandi, tá vit vóru við Eyð Matras einsamællari á Rospiggen II í havsneyð, møði, svongd og vónloysi.

Hon er fín, fim og leikandi løtt, meðan hon skiftir millum persónar, ið allir við hennara fjølbroytta kropsmáli og ymisligu rødd fáa sín egna samleika. Eyð Matras livdi seg inn í ein meldur av hendingum millum menniskju í norðurhøvum í tríatiárunum, og hon tók á sannførandi hátt áskoðararnar við sær á ógloymandi ferðina.

Interested 1