Pride Parade from the Nordic House to Vaglið.
Annar Pride festivalurin fyri samkynd, tvíkynd og transkynd í Føroyum er á veg…
Í døgunum 17.- 19. august fer Havnin at verða skrýdd í ælabogalitir, tá vijtandi úr øllum Norðurlondum koma til Havnar at hátíðarhalda Faroe Pride.
15 desembur í fjør var ein stórur dagur fyri føroysk samkynd, tá løgtingið samtykti at broyta um rasismuparagraffina 266b, so hon nú eisini umfatar samkynd. Hetta er fyrsta lóggávan í Føroyum, ið viðurkennir samkynd, tvíkynd og transkynd.
Nú fyrsta stig er tikið, mugu vit halda fram. Vit vilja halda lív í kjakinum, gera okkum sjónlig og arbeiða ímóti homofobi.
Tað er Friðarbogin, felagið fyri føroysk samkynd og tvíkynd, sum saman við ANSO, sum er felagsskapurin hjá STT lesandi í Norðurlondum, ið skipar fyri festivalinum.
Official Website: http://www.anso.dk/faroepride/0levProgram.asp
Added by janegil on August 17, 2007