Hjá tykkum sum ikki høvdu møguleika at síggja ólavsøkukabarettina er ein møguleiki nú fríggjadagin.
Eftir áheitan fer Sjónleikarhúsið at hava eina eykasýning fríggjakvøldið 5. august kl. 19.00.
Ískoytið frá Sjónleikarúsinum í hesum heilsutíðum er látur. Láturin er besta gáva menniskja hevur fingið., og møguleikin er til staðar tá í tit fáa boð uppá hvat kabarettmanninginm heldur um ymsu málini á tingið, makrelmálið - eik málið – hvussu lætt ella tungt er tað at taka avgerðir, øll hava vit eina meining um okkara dunnuhyl bæði tann við tí reina vatninum, og tann við tí óreina vatninum.
Vegna annað virksemi í húsinum verður bert henda eina eykasýningin
Limir sleppa inn fyri ½ prís
Added by janegil on August 4, 2011