Týsdagin 17.apríl verður fyrsta framførsla av dansiteatri í Sjónleikarhúsinum.
Í leikinum “eitt einasta orð” verða brot / løtur úr einum menniskjalívi lýst í dansi, sjónleiki, myndum og tónleiki.
Leikurin er samansettur sum ein kollasja ella brotamyndir.
Tað er 19 ára gamla Rúna Jóhanna Aref, sum eigur hugskotið og hevur evnað til innihaldið í leikinum. Rúna hevur gingið á Den Rytmiske Daghøjskole í Keypmannahavn, og har tikið eitt ára dansiteaturskeið. Skúlaárið endaði við eini framførslu, og tað er m.a. brot úr hesari, sum Rúna hevur sett saman við øðrum koreografium, tónleiki og orðum.
Við Rúnu á pallinum er Búi Rouch.
Myndirnar til leikin hevur Greta Svabo Bech tikið, og hon hevur eisini komponerað ein part av tónleikinum.
Modell á myndunum er Barbara Lætitia Méresse.
Leikstjóri er Súsanna Tórgarð.
Official Website: http://www.hsjonleik.fo/savn/2007/eitt%20einasta%20or%F0/
Added by janegil on April 12, 2007
janegil
More photos at http://upcoming.yahoo.com/event/175019/