” Eitt døkt kamar ”, er sjónleikur, ið næmingar á NámX fara at framføra í mars mánað. Leikurin snýr seg um happing av 16 ára gomlu Elisu, og um hvussu hetta ávirkar umhvørv hennara.
Harriet Poulsen Vágadal, ið er lærari í NámX, hevur skrivað leikin og leikstjórnað hann. Hon sigur "Happing er til, hvørja fatan vit enn hava av fyribrigdinum! Happing hvørvur ikki, bert tí at vit ikki tíma at fáast við tað! Happing er sera álvarsamt, og kann hava deyðiligar fylgir, ið er vorðið eitt hugtak, ið nevnist ” Bullyside ”. Tí betur er eisini vón fyri tí, ið verður happaður, um viðkomandi fær hjálp, so at happingin verður steðgað. Tað snýr seg ofta um at tora at hjálpa og at gera tað, ið ein, innast inni veit er tað rættað!"
Í NámX er ein breyt, ið nevnist: Films- og dramabreytin. Tað eru hesir næmingar, ið leika og sum gera pallin og lýsingar. Nakrir av næmingunum koma eisini at standa fyri ljósinum.
Leikurin verður sýndur í Sjónleikarahúsinum í døgunum 8. - 13.mars. Frá týsdegnum 8.mars til fríggjadagin 13.mars, verður leikurin sýndur fyri framhaldsdeild kl.10.00 og kl.13.00
Leygardagin 12.mars og sunnudagin 13.mars verður leikurin sýndur kl.19:00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tað eru yvir 500 atgongumerki seld. Hetta merkir, at tað eru fólk, ið fegin vilja síggja leikin, sjálvt um hann snýr seg um nakað so negativt og deprimerandi sum happing!
Official Website: http://namx.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=271:naemingar-a-nam-x-framfora-sjonleik&catid=47:ungdomsliv
Added by janegil on March 7, 2011
janegil
http://www.facebook.com/event.php?eid=193345557365907