Á pallinum ein mannligur sjónleikari
Hann er í svørtum kjóla og hevur eina hvíta perluketu
Hann sigur hann eitur Charlotta von Mahlsdorf
Hon hevur eina søgu at siga okkum
EG ERI MÍN EGNA KONA
eftir Doug Wright
Charlotte ið varð fødd í Berlin í 1928, yvirlivdi nøkur av teim mest dramtisku árunum í europeiskari søgu. Fyrst nasistarnar undir øðrum verðaldarbardaga og síðani árini undir kommunistiska stýrinum í Eysturtýsklandið. Í kvinnuklæðum gekk hon móti valdsharrunum og kravdi sín rætta til at vera seg sjálva.
Í hesum einmansleikinum spælir Hans Tórgarð 35 ymiskar leiklutir ið allir vóru ein partur av hendingarríka lívinum hjá Charlotte. Hon hevði eitt stórt savn av antikkum møblum og lutum, sum hon hevði savnað saman alt sítt lív – lutir, sum annars høvdu verið fyribeindir undir nasistisku ella kommunistisku stýrunum.Tá ið múrurin millum Eystur- og Vestur Berlin fall í 1989, fekk hon heiðursmerki frá Týska samveldisríkinum, sum tøkk fyri tað stóra arbeiði hon hevði gjørt fyri at varðveita eitt tíðarskeið innan týskt industridesign. Men um somu tíð bleiv hon hongd út sum Stasi-informatør í týsku pressuni.
Hetta er ein sermerkt søga ið verður fortald frá pallinum. Men kunnu vit trúgva øllum tí ið Charlotta sigur okkum? Drap hon pápa sín sum fimtan ára gomul? Var hon Stasi-stikkari? Er hon hetja ella njósnari?
Fyri at yvirliva tað ómenniskjansligu kúganina og mannminkingina, er tað kanska ikki bara sannleikin ið hjálpir okkum at yvirliva......
Sjálvbiografin hjá Charlotte von Mahlsdorf Ich bin meine eigene Frau, kom út í 1995. Doug Wright, ið er blaðfólk skrivaði einmansleikin Eg eri mín egna kona (I Am My Own Wife) eftir samrøður við Charlotte von Mahsldorf í tíðarskeiðinum frá 1992 til hon doyði í 2002. Eg eri mín egna kona varð fyrstu ferð framførdir á Brodway í 2003, og spælir enn fyri fullum húsum. Leikurin hevur vunnið fleir heiðursprísir m.a. Pulitzer-prísin í 2004 fyri besta Drama og Tony Award fyri besta stykkið og besta leikara í 2004. Fysta leikhús í Europa ið tók leikin á pall var Stockholm Stadsteater og var leikurin væl vitjaður. Síðani er leikurin spældir á nógvum leikhúsum, í m.a. Berlin, Reykjavík, Oslo, Helsinki – og nú í Havn.
Atgongumerki á 150 kr. fáast á Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
Bólkar á 10 ella fleir fáa atgongumerki fyri 125 kr.
Bólkar
Leikhús/Biograf
Ymisk kunning
Event status: Opið
Tíðarskeið: 9. mar 2008 - 13. mar 2008
Official Website: http://www.kunning.fo/event.asp?EID=3724
Added by sigidisig on March 11, 2008