Barna- og familjusjónleikur úr Noregi
Í døgunum 2. – 4. oktober fær Norðurlandahúsið vitjan av norska sjónleikabólkinum Sagliocco Ensemble.
Tveir leikarar úr bólkinum fara at framføra eina leiktulking av ævintýrinum “Den Lykkelige Prinsen” (Eydnuríki Prinsurin) eftir Oscar Wilde. Talan er um ein barnaleik, sum hevur verið vístur í norskum skúlum og á festivalum bæði í Noregi og fleiri øðrum londum.
“Den Lykkelige Prinsen” er ein rørandi barna- og familjusjónleikur, har evnið er at blíva sæddur og at ofra seg fyri øðrum.
Tvær løgnar verur hittast. Ein standmynd og ein svala. Tær spæla ævintýrið hjá Oscar Wilde. Onnur býr á ruskplássinum, hin leitar eftir flogferðaseðlinum hjá sær til Egyptalands. Hon er vís í, at hann er endaður í einari ruskbingju. Og tað er næstan blivið vetur...
Ein gylt standmynd stendur høgt yvir býnum, so øll skulu síggja hana, men har uppi sær hon eisini fyri fyrstu ferð, hvussu ringt fólk hava tað. Tárini renna úr bláu eygunum hennara og vekja lítlu svaluna, sum hevur krokað við føtur hennara. Ein einsamøll svala, sum langt síðani skuldi verið farin til Egyptalands.
Oscar Wilde dyrkar vakurleika og framhevjar tað láturliga. Hann rúnabindir okkum við sínum meistarligu evnum at mynda og lita tað ekstrema við skemti og speisemi.. “Den Lykkelige Prins” er triði leikurin við íblástri av Oscar Wilde, sum Sagliocco Ensemble spælir.
Almenn familjusýning verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið 3. oktober kl. 19:30. Atgongumerki á kr 60 fáast í Norðurlandahúsinum og á heimasíðu húsins, www.nlh.fo Áskoðaratalið er avmarkað til 120. Skúlasýningar verða 2., 3. og 4. oktober á Sandoynni, Vágoynni og í Tórshavn.
Official Website: http://sagliocco.wordpress.com/2007/01/02/den-lykkelige-prinsen/#more-26
Added by janegil on September 20, 2007